Vit eru nú komin umleið í helvt við hesari evropameistarastevnuni, og hava tær báðar Vár og Alisa roynt seg ávikavíst 1 og 2 ferðir í part. Øll úrslit síggjast her á úrslitasíðuni hjá EM 2022

Vit eru nú komin umleið í helvt við hesari evropameistarastevnuni, og hava tær báðar Vár og Alisa roynt seg ávikavíst 1 og 2 ferðir í part. Øll úrslit síggjast her á úrslitasíðuni hjá EM 2022
Evropameistarastevnan 2022 byrjar nú hósdagin hin 11. august, við luttøku av eisini tveimum føroyskum svimjarum. Føroyska ferðalagið fer úr Vágum nú hvørja løtu, til Róm har Alisa kemur afturat av venjingarlegu í Spania.
FYRI TÓLVTU FERÐ – GEVIÐ GÆTUR, AT TILMELDINGARFREISTIN ER Í DAG
Tilmelding
Tilmelding til svimjingina á ólavsøku fer fram í seinasta lagi 26. juli við at flyta kr. 250,- á kontu hjá Havnar Svimjifelag 9181-374.480.0. Viðmerk NAVN á svimjara og FØÐIÁR. Vit skulu brúka føðiárið til at bólkabýta úrslitið.
Continue reading Ólavsøkusvimjing 28. juli 2022 aftaná kappróðurinSo er hann her, altjóða druknivanlukkufyribyrgingardagurin 2022. Tunlarnir eru longu farnir í blátt, og aðrir bygningar fara væntandi at lýsa blátt í kvøld. Svimjisambandið hevur bás í SMS, har eisini umboð fyri Betri eru í dag.
Fylgið við serliga á Facebook-síðuni hjá SSF og vitjið druknifyribyrging.fo
Hesa komandi vikuna verður ljós varpað á altjóða dagin til fyribyrging av druknivanlukkum, sum Sameindu Tjóðir hevur ásett at vera á hvørjum ári hin 25. juli. Eitt kunningarátak verður sjósett við sergjørdari heimasíðu sum miðdepli, og blátt ljós fer at lýsa upp bygningar og tunlar runt landið.
Continue reading Føroyar varpa ljós á altjóða dagin til fyribyrging av druknivanlukkum, 25. juliEin heldur kontroversiell detalja í úttøkutreytunum hjá altjóða svimjisambandinum FINA til Olympisku Leikir í París í 2024, er at einans heiðursmerkjavinnandi liðsvimjingar (stafettir) kunnu tryggja sær OL-úttøku longu á HM í Fukuoka í juli 2023, meðan restin síðani skulu kappast um tað aftur á HM í Doha í februar 2024.
Altjóða svimjisambandið FINA hevur í dag kunngjørt úttøkuskipanina til Olympisku Leikir í París í 2024, tvs. krøvini sum sjálvir fyriskipararnir áseta. Hartil koma væl møguligt harðari krøv frá dønum, nú vit føroyingar ikki enn hava okkara egna limaskap í IOC. Sí FINA
Svimjisamband Føroya fekk herfyri tillutað eitt venjaraskeið frá altjóða svimjisambandinum FINA, at verða í Tórshavn vikuskiftið hin 16. til 18. september 2022. Hetta er skeið sum tað vit høvdu í 2018, har luttakararnir tá verða FINA góðkendir hjálparvenjarar, við møguleika at síðani víðariútbúgva seg til venjara og høvuðsvenjara.
Altjóða svimjisambandið FINA kunngjørdi í dag dagfestingina av 21. heimsmeistarastevnu í svimjing (á langgeil), at verða í Doha í Katar hin 2. til 18. februar 2024. Hartil er enn lagt upp til, at HM (á langgeil) verður fýra ár á rað – í Budapest í 2022, Fukuoka í 2023, Katar í 2024 og (enn) Kasan í Russlandi í 2025.
Her eru nakrar útvaldar myndir frá Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung 2022, sum estisku fyriskipararnir hava loyvt okkum at brúka.
Føroyski hópurin hevur verið veðurfastur í Keypmannahavn í nátt, men kemur vónandi heim í dag.
Continue reading Myndir frá NMU 2022