Her eru úrslitini frá AldursBólkaMeistaraStevnuni í Sprint 2022, sum Svimjisamband Føroya og Ægir skipaðu fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, leygardagin hin 5. november 2022. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se

Her eru úrslitini frá AldursBólkaMeistaraStevnuni í Sprint 2022, sum Svimjisamband Føroya og Ægir skipaðu fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, leygardagin hin 5. november 2022. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se
Her eru luttakaralistarnir til ABMS Sprint 2022, sum Svimjisamband Føroya og Ægir skipa fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, nú leygardagin hin 5. november 2022. Hetta er nýggj meistarastevna fyri okkara yngstu aldursbólkar. Listarnir síggjast eisini her á livetiming.se
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri í svimjihylinum á Tvøroyri í dag, leygardagin hin 29. oktober 2022. Hetta var stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar.
Altjóða svimjisambandið FINA hevur í nátt váttað yvirfyri Svimjisambandi Føroya, at FøroyaMeistarastevnan/JuniorMeistarastevnan á stuttgeil 2022 er góðkend sum úttøkustevna til HeimsMeistarastevnuna á stuttgeil 2022. Harvið kunnu tíðir haðani brúkast sum tilmeldingartíðir til HM á stuttgeil 2022.
Her er kappingarskráin til svimjistevnuna fyri okkara yngstu aldursbólkar, sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri í svimjihylinum á Tvøroyri, nú leygardagin hin 29. oktober 2022.
Góðu tit øll,
Vegna grovu atfinningarnar inn á mín persón, sum Dimmalætting sigur seg hava frá føroyskum svimjifeløgum, havi eg valt at biðja hini í starvsnevnd SSF um at loysa meg frá uppgávuni sum kappingarleiðari á FM og JM á stuttgeil 2022.
Eg havi heitt á hini í starvsnevnd SSF um at fáa kannað hesar atfinningar, umframt at eg, vegna ásettu kærufreist á tveir dagar, havi valt at eisini formliga kæra hendan tilburð til starvsnevnd SSF, við tilvísing til reglur SSF og ÍSF.
Continue reading Skriv til forfólk SSF hin 24. oktober 2022Her eru úrslitini frá svimjistevnuni “Ægir Open Oktober 2022”, sum Ægir skipaði fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, nú leygardagin 22. og sunnudagin 23. oktober 2022. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se
Her er innbjóðing til Føroyameistarastevnuna og Juniormeistarastevnuna á stuttgeil 2021, sum Svimjisamband Føroya skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadal hin 11. til 13. november 2022.
Her er innbjóðingin til Aldursbólkameistarastevnuna í Sprint 2022 (ABMS Sprint 2022), sum verður í Klaksvíkar Svimjihøll hin 5. november 2022.
Her er innbjóðing til “Suðuroyar Sparikassa Stevnu Oktober 2022”, sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri í svimjihylinum í Tvøroyra skúla hin 29. oktober 2022, fyri okkara yngstu aldursbólkar 1 til 4.