Úrslit frá ABMS Sprint 2022

Her eru úrslitini frá AldursBólkaMeistaraStevnuni í Sprint 2022, sum Svimjisamband Føroya og Ægir skipaðu fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, leygardagin hin 5. november 2022. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se

Tilsamans vóru tey 130 íðkarar og 20 lið úr 5 feløgum sum svumu seg til 605 úrslit í 30 kappingum, hendan dagin í Klaksvík.

Besta úrslit av øllum átti Bjarta í Lágabø (2009) úr Suðuroyar Svimjifelag, tá ið hon í 100 rygg svam seg til 547 FINA stig, við tíðini 1:07.09. Bjarta svam seg her til silvurnál.

Besta úrslit millum dreingirnar átti Líggjas Joensen (2008) úr Ægir, tá ið hann í 100 frí svam seg til 543 FINA stig, við tíðini 54.93.

Heiðursmerkjabýtið á ABMS Sprint 2022

FelagGullSilvurBronsa
SuSvim432024
Ægir171413
HS8168
FS41212
FLOT020

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.