Her er innbjóðing til svimjistevnu í Fuglafirði hin 3. desember 2022, sum Fuglafjarðar Svimjifelag skipar fyri. Talan er um stevnu fyri okkara yngstu bólkar, 1 til 4.

Her er innbjóðing til svimjistevnu í Fuglafirði hin 3. desember 2022, sum Fuglafjarðar Svimjifelag skipar fyri. Talan er um stevnu fyri okkara yngstu bólkar, 1 til 4.
Her eru úrslitini frá FøroyaMeistarstevnuni og JuniorMeistarastevnuni á stuttgeil 2022, sum var í Svimjihøllini í Gundadali nú hin 11. til 13. november 2022. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se, her á tempus.fo og her á SwimRankings.net
Fylgjandi svimjarar eru úttiknir til venjingarlegu hjá ungdómslandsliðnum, sum verður í Fuglafirði hin 18. november og á Toftum hin 19. november 2022:
Landsliðsvenjarin hevur úttikið fylgjandi svimjarar til landsliðslegu í Klaksvík hin 18. til 20. november 2022:
Starvsnevnd SSF hevur í kvøld avgjørt at vilja taka tann svimjara úr til HeimsMeistarastevnuna á stuttgeil 2022, sum er fráboðað at hava klárað kravtíð til hesa stevnu.
HM á stuttgeil 2022 verður í Melbourne í Avstralia hin 13. til 18. desember 2022
Starvsnevnd SSF hevur í kvøld avgjørt at taka út allar teir svimjarar til Norðurlendsku Meistarastevnuna og JuniorMeistarastevnuna 2022, sum eru fráboðaðir at hava klárað kravtíð:
Til NM
Til NJM
NM/NJM 2022 verður í Bergen í Noregi frá 9. til 12. desember 2022
Havnar Svimjifelag hevur hesar síðstu tríggjar dagarnar megnað at betra um føroysku metini í øllum teimum ‘mix’-liðsvimjingum sum kappast vórðu um á FøroyaMeistarastevnuni á stuttgeil 2022, við somu fýra svimjarum.
Nýggju metini eru:
Tey fýra sum svumu fyri Havnar Svimjifelag, vóru Vár Erlingsdóttir Eidesgaard (2001), Eyðrið Mortensen (2003), Bartal Erlingsson Eidesgaard (2003) og Isak Brisenfeldt (2006). Í ymiskari raðfylgju, alt eftir hvat ið lá best fyri.
Vár Erlingsdóttir Eidesgaard (2001, Havnar Svimjifelag) setti fyri løtu síðani nýtt føroyskt met í 400 metra frísvimjing, tá ið hon á FøroyaMeistarastevnuni á stuttgeil 2022 svam seg til 4:14.09 og 780 FINA stig í hesi grein. Hon átti sjálv tað nú farna metið á 4:14.59, frá tá ið hon vann silvur á Norðurlendsk Meistarastevnuni í Tórshavn í 2019. Sí úrslitalistan her á livetiming.se
Luttakaralistarnir til FøroyaMeistarastevnuna og JuniorMeistarastevnuna á stuttgeil 2022 síggjast nú her á livetiming.se. Tilsamans eru tey 31 kvinnuligir og 36 mannligir svimjarar sum fara at kappast á hesum meistarastevnum, í Svimjihøllini í Gundadali nú í vikuskiftinum, hin 11. til 13. november 2022.