Úrslit frá FM og JM á stuttgeil 2022

Her eru úrslitini frá FøroyaMeistarstevnuni og JuniorMeistarastevnuni á stuttgeil 2022, sum var í Svimjihøllini í Gundadali nú hin 11. til 13. november 2022. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se, her á tempus.fo og her á SwimRankings.net

Tilsamans vóru tey 68 íðkarar og 47 lið úr 5 feløgum sum svumu seg til 594 úrslit í 86 kappingum, hesar tríggjar dagarnar í Gundadali.

Besta avrik av øllum var tá ið Vár E. Eidesgaard (2001) úr HS svam seg til 4:14.09 og 780 FINA stig í 400 frí, sum var nýtt føroyskt met og kravtíð til HM á stuttgeil 2022.

Besta avrik hjá monnum var tá ið Bartal E. Eidesgaard (2003) úr HS svam seg til 1:52.76 og 684 FINA stig í 200 frí

Heiðursmerkjabýti – Yngri juniorar

FelagGullSilvurBronsa
Ægir2585
FS7107
HS41011
SuSvim322
FLOT101

Heiðursmerkjabýti – Eldri juniorar

FelagGullSilvurBronsa
HS1985
Ægir1000
FLOT183
SuSvim022

Heiðursmerkjabýti – FM

FelagGullSilvurBronsa
HS20109
Ægir121611
SuSvim12911
FS1910

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.