Norðurlendska Meistarastevnan fyri Ung 2022 byrjaði í morgun í Tallinn í Estlandi, har eisini føroyskir svimjarar royndu seg. Úrslitini hava verið eitt sindur upp og niður, har summi tó hava svomið seg til sera flott persónlig met.

Norðurlendska Meistarastevnan fyri Ung 2022 byrjaði í morgun í Tallinn í Estlandi, har eisini føroyskir svimjarar royndu seg. Úrslitini hava verið eitt sindur upp og niður, har summi tó hava svomið seg til sera flott persónlig met.
Føroyska luttøkan varð tíverri sera stutt á Evropeisku JuniorMeistarastevnuni í svimjing 2022, sum er í Bucharest í Rumenia. Elisabeth Erlendsdóttir luttók gott nokk í 50 rygg, týsdagin, men svam ikki upp til sítt besta, og føldi seg tá heldur ikki væl. Mikudagin varð staðfest at hon var positiv við koronu, og varð EJM so liðugt fyri hennara viðkomandi.
Í morgin byrjar Norðurlendska Meistarastevnan fyri Ung 2022, sum í ár er í Tallinn í Estonia. Úr Føroyum luttaka átta svimjarar, og verður stevnan stroymað á YouTube. Sí luttøkuna í viðfestu fílu.
Póllendingurin, Maciek Hampel, er nýggjur høvuðsvenjari hjá Havnar Svimjifelag. Starvið varð lýst leyst í mars og 18 umsøkjarar vóru, tá freistin var farin.
Leiðslan í evropeiska svimjisambandinum LEN var í dag til privat viðtal hjá Frans páva, í bókasavninum hjá honum í apostólska háborgini í Vatikaninum. Undirritaði formaður í SSF luttók har eisini, sum limur í ‘bureaunum’ hjá LEN.
Í morgin byrjar Evropeiska JuniorMeistarastevnan 2022, við luttøku av eisini einum føroyskum svimjara. Elisabeth Erlendsdóttir úr Havnar Svimjifelag er klár har í Bucharest, og skal nú fyrsta stevnudagin royna seg í 50 rygg
Í morgin leygardag hin 2. juli byrjar Føroyameistarastevnan fyri lið 2022, í Páls Høll í Vági, sum okkara íkast til Føroyaleikirnar 2022. Sjey lið hava boðað frá luttøku – 4 hjá kvinnum og 3 hjá monnum. Sí luttakaralistarnar her
Her er innbjóðingin til Nordic Open Masters 2022, sum verður í Svimjihøllini í Gundadali, fríggjadagin hin 30. september og leygardagin hin 1. oktober 2022.
Við svimjikvøðu
Rókur
Hóast vit ikki eru komin nógv meira enn í helvt við hesari heimsmeistarastevnuni í Budapest, so hava tað longu verið sera nógvar serligar hendingar, sum tola at verða tiknar framum.
Eg havi sjálvur verið sera upptikin av øll hinum sum vit skuldu, í sambandi við kapping og aðalfund og verkstovu og øðrum – men nú eigi eg eina løtu, og fari tí at samla eitt sindur saman …
Continue reading Eitt hendingaríkt HM– Síðani 1. januar í 2016, tá ið ein hálv millión var sett av til svimjihøllina, hevur arbeiðið verið í gongd, og nú er tað komið so mikið langt, at ein avgerð skal takast, sigur Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu.
Lesið og lurtið her á KVF.fo