Rakul í Lágabø tók nú í vikuskiftinum prógv sum yvirdómari, aftaná í tveimum umførum at hava verið á yvirdómaraskeiði í Danmark. Hetta var yvirbygningur á dómaraskeiðið sum skipað varð fyri í Føroyum í fjør. Her er felagsmynd frá skeiðnum í Vejle.

Rakul í Lágabø tók nú í vikuskiftinum prógv sum yvirdómari, aftaná í tveimum umførum at hava verið á yvirdómaraskeiði í Danmark. Hetta var yvirbygningur á dómaraskeiðið sum skipað varð fyri í Føroyum í fjør. Her er felagsmynd frá skeiðnum í Vejle.
Her er innbjóðing til svimjistevnu fyri okkara yngstu aldursbólkar hin 23. september 2023, sum Havnar Svimjifelag skipar fyri í svimjihøllini á Argjum. Tilmeldingin fer fram á data.tempus.fo
Her er innbjóðingin til svimjistevnuna HS Open sum Havnar Svimjifelag skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadali, hin 30. september og 1. oktober 2023. Tilmeldingin er á data.tempus.fo
Ægir skipaði í gjár fyri svimjing um vánna í Klaksvík, sum partur av Sjómannadegnum 2023. Tilsamans vóru tey 10 sum svumu um Vánna, hesuferð, harav Jonna Joensen og Heini M. Askham vunnu hvør sína fína snildtelefon.
Út yvir svimjilandsliðið hjá okkum, so hevur SSF eisini sent tveir av okkara altjóða dómarum til EM U23, eins og vit fyrr í summar sendu ein til EJM í Beograd, at hjálpa til og taka til sín. Talan er um tey trý ið eru altjóða dómarar hjá okkum, Rúni Gaardbo til Beograd og so nú Dan Hjelm og Katja Lervig til Dublin.
Tey eru liðug við fyrsta stevnupart á EM U23, og gekk tað bara heilt væl hjá okkara svimjarum. Tríggir av okkara fýra svimjarum royndu seg hendan fyrsta dagin, og varð tað til eitt persónligt met til hvønn av teimum.
Evropeiska svimjisambandið hevur nú fingið sær sína egnu YouTube-rás, ið millum annað fer at verða brúkt til at stroyma frá EM U23 í Dublin. Ætlanin er at stroyma bæði frá innleiðandi riðlum og finalum. Startlistar og úrslit fara at síggjast her
Dagur 1 – Fríggjadagur 11. august 2023 – Innleiðandi frá kl 09:30
Her eru luttakaralistarnir til EM U23 sum verður í Dublin í Írlandi nú fríggjadagin hin 11. til sunnudagin hin 13. august 2023, við luttøku av eisini fýra føroyskum svimjarum. Sí eisini len.eu
Føroyska landsliðið til EM U23. Atli Vestergård eigur myndina
Continue reading Luttakaralisti til EM U23 í DublinNú vit eru komin væl á leið við HM 2023 í Fukuoka, er eingin ivi um at hetta verður eitt av teimum søguligu. Longu fyrsta dagin ruku trý heimsmet, íroknað tað elsta yvirhøvur frá 2008, sum hartil var tað síðsta hjá Michael Phelps, og so nú í gjár tað elsta hjá kvinnum sum Federica Pellegrini átti frá HM í Róm í 2009.
400 blandað menn – Michael Phelps átti metið á 4:03.84 frá OL í Beijing í 2008
400 frí kvinnur – Summer McIntosh átti heimsmetið á 3:56.08 frá í vár
200 frí kvinnur – Federica Pellegrini átti metið á 1:52.98 frá HM í Róm í 2009
Hartil settu avstralsku kvinnurnar heimsmet í 4×100 frí, fyrsta finalukvøldið
25. apríl er altjóða druknivanlukkufyribyrgingardagur, sambært yvirlýsingini hjá Sameindu Tjóðir frá 2021. Tíverri hava vit ikki havt tíð og orku til at varpa ljós á hendan dagin í ár sum í fjør, men er boðskaðurin enn hin sami: Tað kann henda fyri øll, so hav sum tað allarminsta altíð onkran við tær, har vandi er fyri at drukna.
Sí https://www.druknifyribyrging.fo/, umframt átakssíðurnar hjá altjóða lívbjargingarsambandinum ILS, og hjá WHO