Elisabeth í A-finalu á Southern Zone South Speedo Sectionals 2024

Elisabeth Erlendsdóttir megnaði í dag at svimja seg í A-finalu á Southern Zone Speedo Sectionals 2024, tá ið hon í 200 metrar ryggsvimjing svam seg til eitt 8. pláss við tíðini 2:21.60. Besta tíð hjá henni nakrantíð, er 2:17.59 frá Pro Swim Series stevnuni í Fort Lauderdale í fjør.

Úrslit og stroyming frá HM 2024

Í morgin byrjar HM 2024, við luttøku av Líggjasi Joensen úr Føroyum. Startlistarnir síggjast her á omegatiming.com, har úrslitini eisini verða at síggja. World Aquatics stroymar eisini frá stevnuni, men tíverri sær tað út til at viðkomandi tænasta ikki er tøk at síggja úr Føroyum enn. Danir vísa her á eurovisionsport.com

Elisabeth til Southern Zone Speedo Sectionals 2024

Elisabeth Erlendsdóttir luttekur í hesum døgum á stevnuni Southern Zone Speedo Sectionals 2024, sum Florida Swimming skipar fyri í Orlando, Florida. Startlistin sæst her, úrslit o.t. sæst her, og stroyming (afturfyri gjaldi) er her

Continue reading Elisabeth til Southern Zone Speedo Sectionals 2024

Startlisti og klokkutíðir til FLOT-stevnu í Leirvík 3. februar 2024

Her eru startlistarnir til svimjistevnuna sum FLOT skipar fyri í svimjihøllini í Leirvík nú leygardagin hin 3. februar 2024, umframt tíðarætlan

  • Bólkur 1 – 38 svimjarar – kapping byrjar kl. 12.45 (upphiting kl. 12.15)
  • Bólkur 2 – 78 svimjarar – kapping byrjar kl. 14.15 (upphiting kl. 13.45)
  • Bólkur 3 – 47 svimjarar – kapping byrjar kl. 16.30 (upphiting kl. 16.00)