Lea 2:31.59 og bronsu og stórt føroyskt met í 200 bringu á NJM 2024

Lea Osberg Højsted (2008, Ægir) megnaði í kvøld at svimja seg til stórt føroyskt met og juniormet í 200 metra bringusvimjing, tá ið hon í finaluni á NJM 2024 svam seg til úrslitið 2:31.59. Sí úrslitalistan her á Swimify

Lea átti sjálv føroyska metið á 2:33.17, frá FM á stuttgeil í november mánaða, umframt tað áðrenn sum var 2:34.89 frá Ægir Open í oktober mánaða.

Lea bronsu í 200 bringu á NJM 2024. Gunnvá Thomsen eigur myndina

Líggjas 3:50.73 og gull í 400 frí á NJM 2024

Líggjas Joensen (2008, Ægir) megnaði í kvøld at vinna gull á Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuni 2024, tá ið hann í finaluni í 400 metra frísvimjing svam seg til úrslitið 3:50.73. Sí úrslitalistan her á Swimify

Hetta er fyrsta føroyska gullmerki á NM/NJM síðani 2019, og fyrsta á NJM síðani 2011.

Líggjas gull í 400 frí á NJM 2024. Gunnvá Thomsen eigur myndina

Fyrsti morgun á NM/NJM 2024

Norðurlendska Meistarastevnan byrjaði við innleiðandi riðlum í morgun, og fingu vit nakrar svimjarar víðari til finalur bæði á NM og NJM 2024, umframt nøkur persónlig met.

Líggjas Joensen (2008, Ægir) og Lea O. Højsted (2008, Ægir) liggja væl fyri til heiðursmerki; men kappingin er hørð.

Hartil hava Isak Brisenfeldt (2006, HS) og Áki Eliassen (2006, HS) sjálvsagt ein kjans, við tað at teir komu víðari til finalu.

NM/NJM-landsliðið 2024 við fráferð úr Vágum. Gunnvá Thomsen eigur myndina
Continue reading Fyrsti morgun á NM/NJM 2024

So er tað NM/NJM 2024

Í morgin ári byrjar Norðurlendska Meistarastevnan og JuniorMeistarastevnan 2024, við luttøku av eisini 14 føroyskum svimjarum. Kappast verður morgun og kvøld í tríggjar dagar, sunnumorgun 1. til týsdag 3. desember, við beinleiðis stroyming her á SvømTV, og startlistum og úrslitum her á Swimify

NM/NJM-landsliðið 2024 við fráferð úr Vágum. Gunnvá Thomsen eigur myndina
Continue reading So er tað NM/NJM 2024

Luttakaralistin til NM/NJM 2024 sæst nú á Swimify

Norðurlendska Meistarastevnan og JuniorMeistarastevnan 2024 byrjar nú sunnudagin hin 1. desember, við luttøku av eisini føroyingum. Tað sær út til at serliga Líggjas Joensen (2008, Ægir) og Isak Brisenfeldt (2006, HS) hava møguleika fyri heiðursmerkum; men kappingin er hørð.

listan her á Swimify

white and blue boats on body of water near city buildings
Photo by Lillian Katrine Kofod on Pexels.com
Continue reading Luttakaralistin til NM/NJM 2024 sæst nú á Swimify

Elisabeth skjót á Georgia Tech Invite

Elisabeth Erlendsdóttir (2005, HS) royndi seg í vikuskiftinum á “2024 Georgia Tech Fall Invitational”, og svam seg har til rættiliga skjót úrslit. Millum annað var hon skjótast í B-finaluni í 200 yard rygg, við tíð sum hevði rokkið til eitt 6. pláss í A-finaluni. Sí viðfesta úrslitalista.

low angle photo of high rise building
Photo by David Besh on Pexels.com
Continue reading Elisabeth skjót á Georgia Tech Invite