Elisabeth skjót á Georgia Tech Invite

Elisabeth Erlendsdóttir (2005, HS) royndi seg í vikuskiftinum á “2024 Georgia Tech Fall Invitational”, og svam seg har til rættiliga skjót úrslit. Millum annað var hon skjótast í B-finaluni í 200 yard rygg, við tíð sum hevði rokkið til eitt 6. pláss í A-finaluni. Sí viðfesta úrslitalista.

low angle photo of high rise building
Photo by David Besh on Pexels.com

Úrslitini hjá Elisabeth vóru:

  • 23.97 í innleiðandi 50 yard frí (nr 48 av 59 – umroknað 26.60
  • 54.52 í innleiðandi 100 rygg (nr 12 av 32) – umroknað 1:00.51
  • 54.36 í B-finaluni í 100 yard rygg (nr 6 av 10) – umroknað 1:00.33
  • 2:00.54 í innleiðandi 200 rygg (nr 19 av 29) – umroknað 2:13.79
  • 1:57.63 í B-finaluni í 200 yard rygg (nr 1 av 10) – umroknað 2:10.56

Umrokningarnar eru við hesum tóli á SwimSwam

Serliga úrslitini í rygg-svimjing eru áhugaverd, eftirsum at føroysku metini í hesi grein eru ávikavíst 1:00.50 og 2:09.32, hjá Signhild Joensen (2000, Ægir) frá Norðurlendsku Meistarastevnuni í Reykjavík í 2017.

Tvs. at um Elisabeth kann fáa umgjørt hesar úrslit úr 25-yards-hyli til tilsvarandi úrslit í 25m-hyli, nú á HM á stuttgeil í Budapest í desember, so er hon sær nær og kanska skjótari enn føroysk met.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.