Norðurlendska Meistarastevnan og JuniorMeistarastevnan 2024 byrjar nú sunnudagin hin 1. desember, við luttøku av eisini føroyingum. Tað sær út til at serliga Líggjas Joensen (2008, Ægir) og Isak Brisenfeldt (2006, HS) hava møguleika fyri heiðursmerkum; men kappingin er hørð.
Mett út í frá tilmeldingartíðum, so eru bestu møguleikar til føroysk heiðursmerki. Her eru frægastu boð, mett út í frá øllum tíðum yvirhøvur – men gevið gætur, at Líggjas og Jóhanna luttaka í juniorkappingini, og tí standa seg væl betri har:
- Líggjas Joensen (2008, Ægir) 3:48.74 og nr 2 í 400 frí (nr 1 á NJM)
- Líggjas Joensen (2008, Ægir) 14:11.95 og nr 2 í 1500 frí (nr 1 á NJM)
- Isak Brisenfeldt (2006, HS) 53.67 og nr 4 í 100 firvald (nr 4 á NM)
- Isak Brisenfeldt (2006, HS) 2:00.21 og nr 4 í 200 firvald (nr 3 á NM)
- Jóhanna Ólavsdóttir (2007, FS) 2:21.13 og nr 6 í 200 firvald (nr 4 á NJM)
- Líggjas Joensen (2008, Ægir) 1:48.24 og nr 6 í 200 frí (nr 3 á NJM)
- Lea O. Højsted (2008, Ægir) 2:33.17 í 200 bringu (nr 4 á NJM)
Men nú skal tað líka klappa eisini, við topping osfr.
Startlistar og úrslit fara at kunna finnast her á Swimify
Stroyming verður at síggja her á tv.svoem.dk