Filip Nowacki silvur í 100 bringu á Commonwealth Games 2026, og Peaty í posan

18 ára gamli Filip Nowacki av Jersey megnaði í gjár at vinna silvur í 100 metra bringusvimjing á Commonwealth Games 2026 í Glasgow, í óførum dysti við millum annað sjálvan Adam Peaty. Avstralski Sam Williamson tók gullið og Peaty mátti taka til takkar við bronsu.

Tað eru 36 ár síðani at Jersey hevur vunnið heiðursmerki í nakrari ítróttargrein á hesum leikum. Tá var tað ein skjútti sum vann í rifluskjóting.

Frá 20:05 í hesari videoini …

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.