Líggjas 3:58.75 og nýtt føroyskt juniormet í 400 frí

Líggjas Joensen (2008, Ægir) setti fyri løtu síðani nýtt føroyskt juniormet í 400 metra frísvimjing á langgeil, tá ið hann á Swim Open Stockholm svam seg til úrslitið 3:58.75. Hann átti sjálvur metið á 3:58.99 frá Vest Junior/Senior Langbane í mars mánaða. Sí úrslitalistan her á Swimify

Tíðin er undir væl kravtíðina til EM 2026 í París, sum er 4:02.09 ella 750 AQUA-stig, har úrslitið hjá Líggjasi nú gevur eini 781 AQUA-stig. Hon er neyðturviliga eisini undir kravtíðina til EJM 2026 í München, sum er 4:07.72 ella 700 AQUA-stig.

Tey brúka eina skipan við tveimum umførum av innleiðandi riðlunum, nú í Stockholm har svimjarar við spakuligari tilmeldingartíð bíða til seinni í morgun við at svimja. Tað er sjálvsagt gjørligt at onkur tá svimur skjótari enn Líggjas; men annars sær tað út til at hann varð nr 14 í innleiðandi, í hesi sera hørðu kapping.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.