Líggjas Joensen (2008, Ægir) setti fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt met í 400 metra frísvimjing á langgeil, tá ið hann á Swim Open Stockholm 2026 svam næstskjótast í B-finaluni við tíðini 3:55.46. Hann átti sjálvur metið á 3:58.75 frá í morgun, sí úrslitalistan her á Swimify

Líggjas er nú hin næstskjótasti føroyingurin nakrantíð í hesi grein, aftanfyri Pál Joensen (1990, SuSvim) á 3:46.84 og frammanfyri Óla Mortensen (1996, HS) á 3:56.75. Tíðin gevur 815 AQUA-stig, og er væl undir kravtíðina til EM 2026 í París, sum er 4:02.09 ella 750 AQUA-stig, o neyðturviliga eisini undir kravtíðina til EJM 2026 í München, sum er 4:07.72 ella 700 AQUA-stig.
Tíðin hevði rokkið til eitt 8. pláss á EJM í Samorin í fjør, sum neyðturviliga hevði verið tað sama sum eitt pláss millum teir 8 sum sluppu í finaluna, har. Líggjas nærkast tí í stórum, í mun til tað 26. pláss sum hann fekk í hesi grein á hesum EJM í fjør.

One thought on “Líggjas 3:55.46 og stórt nýtt føroyskt juniormet í 400 frí”