Landsstýrismaðurin í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum hevur hin 24. mars 2023 sent út rundskriv um trygdartiltøk í sambandi við svimjiundirvísing í fólkaskúlum, frískúlum, serskúlum og eftirskúlum, ið millum annað ásetur:
Um førleika og eftirlit
Tað áliggur leiðslu skúlans í sambandi við alla svimjiundirvísing at seta starvsfólk við neyðugum førleikum og at hava hert eftirlit við, at allar skipaðar mannagongdir og trygdarreglur í sambandi við svimjingina verða fylgdar.
Um skikkaðar lívbjargarar
Tá skúlin hevur svimjing ella tiltøk saman við næmingum í svimjihøllini, hava allir lærarar ábyrgdina av trygdini hjá næmingunum. Tó skal tað altíð verða í minsta lagi ein lívbjargari við fullgildum prógvi frá góðkendum skeiðsveitara til staðar í svimjihøllini. Hetta kann vera svimjilærarin ella ein av svimjilærarunum. Lívbjarganarprógvið skal sambært galdandi reglum endurnýggjast árliga.
Hetta er eitt stórt og sera tiltrongt stig fyri trygdina í føroyskari svimjiundirvísing, ið millum annað vit í Svimjisambandinum hava arbeitt fyri í áravís, sum partur av lívbjargingarátaki okkara.
Vit skulu heilt aftur til í 2009, tá ið Svimjisamband Føroya tók ta prinsippavgerð, at eingin venjing eigur at fara fram í føroyskum svimjifeløgum, uttan at lívbjargari er til staðar – har tað hjá okkum sjálvandi merkir ein við galdandi prógvi.
Sørin S. Djurhuus hevur í nøkur ár arbeitt fyri at fáa gjørt eitt sovorðið rundskriv til føroyska skúlaverkið, og nú er tað so veruleiki.
Vit í SSF fegnast um hetta týðandi stig, til at betra um trygdina í føroyskari svimjiundirvísing, og vónandi uppá sikt í føroyskari svimjing yvirhøvur.
Við svimjikvøðu
Rókur