Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya 2022

Svimjisamband Føroya hevði í dag hin 9. apríl 2022 sín árliga aðalfund, á Panorama á Hotel Hafnia í Havn. Á skránni var útyvir formansfrágreiðing og framløga av roknskapinum, eisini ein rúgva av innkomnum málum frá starvsnevndini, og val av formanni og tveimum nevndarlimum.

SSF aðalfundur 2022

Eitt serligt í sambandi við formansfrágreiðingina, var at forsetarnir í FINA og LEN møttu á netfundi at senda eina heilsu til føroyska svimjing, saman við næstformanninum í LEN og OL-gullvinnara Anthony Ervin.

Hetta hevði ta heilt serligu orsøk, at teir eftir ætlan skuldu hava verið her í Føroyum og vitjað okkum í dag, har tað tó tíverri var ov trupult at skaffa FINA-forsetanum visum. Í staðin varð so hetta fyriskipað, og koma teir vónandi higar ein annan dag.

Netfundur við FINA og LEN forsetarnar

Innkomnu málini vóru stutt sagt:

  • At broyta enska heitið frá “Faroe Islands Swimming Association” til “Faroe Islands Aquatics Federation”, umframt landakotuna frá FAR til FRO
  • At innføra mark í lóg SSF fyri hvussu leingi ein kann vera í starvsnevnd SSF, til í mesta lagi 12 ár í nevndini umframt 12 ár sum formaður, ella til ein í mesta lagi er 80 ár
  • At innføra eina etiska reglugerð, við tilsvarandi reglugerð hjá FINA sum fyrimynd
  • At innføra eina reglugerð til fyribyrging av ágangi og misbrúki, her við tilvísing til tilsvarandi reglugerð hjá FINA
  • At fáa í lag eina íðkaranevnd

Fyrsta málið var eftir egnum ynski, av tí at vit í enskum eru ein ‘federation’, har orðið ‘association’ tí kann órógva, umframt at FRO er kotan sum er rættari í OL-høpi

Hini málini vóru vegna ynski frá altjóða svimjisambandinum FINA um ‘good governance’, har vit í heyst vórðu mett at verða á ‘basic’ støði, ið so aftur ávirkaði tann fíggjarliga stuðul sum vit fingu frá FINA til 2022.

Øll málini vórðu samtykt, um enn við onkrari tillaging her og har, so at t.d. reglugerðin um fyribyrging av ágangi og misbrúki skal skrivast á føroyskum í sínari fullu longd, heldur enn í støðum at vísa til ensku reglugerð FINA.

Eisini varð fíggjarætlan og virksemisætlan løgd fram fyri aðalfundin til góðkenningar, eftir ynski frá altjóða svimjisambandinum.

Síðani var val á skrá, har undirritaði formaður Rókur í Jákupsstovu stóð fyri vali, umframt nevndarlimir Sørin S. Djurhuus og Eyðun Húsgarð.

Einki mótvalevni var til formanspostin, meðan tvey uppskot vóru til nýggjar nevndarlimir, og endaði hetta við at undirritaði er afturvaldur formaður, meðan nýggir nevndarlimir eru Sabina Poulsen og Dann Hjelm.

At enda skuldi tiltakslimur veljast, har uppskotini vóru Hjørdis Mortensen og Rúni Gaardbo, og har valið varð Rúni Gaardbo.

Nývalda starvsnevnd SSF. Ólavur Hansen væntar á myndini

Eg vil nýta høvið til at takka Sørini og Eyðuni fyri teirra tíð í starvsnevnd SSF, og til at ynskja Dann, Sabinu og Rúna til lukku við valinum.

Eg vil eisini takka feløgunum og aðalfundinum fyri tol og samstarv í sambandi við hesu mongu málini í dag, sum gjørdu at aðalfundurin var kanska í so drúgvur. Nú eru vit komin væl á leið, við hesum ynskjunum um broyting hjá FINA.

Her er formansfrágreiðingin, sum gjøgnumgingin í dag, við smávegis rættingum frá sjálvum aðalfundinum.

Við svimjikvøðu

Rókur

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.