Landsliðslega í Klaksvík 18. – 20. mars 2022

Vikuskiftið hin 18. til 20. mars 2022 skipaði Svimjisamband Føroya fyri venjingarlegu í Klaksvík, har svimjararnir vórðu teir ið hesa seinastu tíðina, fram til HS Open 12. og 13. mars 2022, høvdu víst hægsta støði mált í FINA stigum.

Tað var landsliðsvenjarin Kristian Martin Joensen sjálvur ið tók út og skipaði fyri, og hevði hann sum hjálparar afturat sær tvær fyrimyndir innan føroyska svimjing, nevniliga Óla Mortensen og Bartal H. Hestoy.

Tíverri máttu úttiknu suðuroyingar melda avboð til hesa venjingarlegu, og vóru svimjararnir tí:

  • Dortea Dam, Elisabeth Erlendsdóttir, Eyðrið Mortensen, Ronja Ró í Dímun, Áki Eliassen, Bartal E. Eidesgaard, Ísak Brisenfeldt og Villiam Marius Samuelsen úr Havnar Svimjifelag
  • Jonna Joensen, Lea Osberg Højsted, Róa Trygvadóttir, Heini M. Askham og Líggjas Joensen úr Ægir
  • Birita Vesturtún, Jóhanna Ólavsdóttir, Margit Højbro og Rebekka Róðinsdóttir
  • Karl Joensen úr FLOT

Vant varð í hylinum fríggjakvøld, leygarmorgun, leygardag og sunnudag, umframt at tey høvdu eina landvenjing leygardag, og fingu ein fyrilestur um laktat frá Bartali Hestoy sum nú er útbúgving lækni.

Sum skilst so vandu svimjararnir sera væl og fokuserað – allir tríggir venjararnir vóru imponeraðir av hvussu tey svumu.

Ætlanin er at hava fleiri sovorðnar legur í ár og framyvir, til at styrkja um hópin sum venur fram ímóti til dømis Oyggjaleikir á Guernsey í 2023, umframt til aðrar altjóða stevnur.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.