So er tað Bergen Swim Festival 2022

Hetta vikuskiftið fara 9 svimjarar at kappast fyri Føroyar á Bergen Swim Festival 2022, í AdO Arena frá fríggjamorgni hin 1. apríl til sunnudagin 3. apríl. Startlistin sæst her, har vit síggja at talan er um sera sterka kapping, har føroyingar tó eisini til tíðir klára stinga seg upp millum tey allarsterkastu.

AdO Arena í Bergen

Serliga er tað Elisabeth Erlendsdóttir úr Havnar Svimjifelag sum liggur væl fyri, við eini styrkismeting sum fjórsterkast í 100 rygg, og sum triðsterkast í 200 rygg. Jóhanna Ólavsdóttir úr Fuglafjarðar Svimjifelag er styrkismett sum 11 í 400 blandað, har Jonna Joensen úr Ægir er nr 12, og Elisabeth er so aftur nr 11 í 50 rygg.

Tey 9 sum fara at kappast fyri Svimjisamband Føroya, eru:

  • Alisa Vestergård (2003) úr Suðuroyar Svimjifelag
  • Bartal Debess (2002) úr Suðuroyar Svimjifelag
  • Bartal E. Eidesgaard (2003) úr Havnar Svimjifelag
  • Elisabeth Erlendsdóttir (2005) úr Havnar Svimjifelag
  • Eyðrið Mortensen (2003) ´úr Havnar Svimjifelag
  • Jóhanna Ólavsdóttir (2007) úr Fuglafjarðar Svimjifelag
  • Jonna Joensen (2005) úr Ægir
  • Lea Osberg Højsted (2008) úr Ægir
  • Ronja Ró í Dímun (2004) úr Havnar Svimjifelag

Við svimjarunum eru Kristian Martin Joensen, landsliðsvenjari, og Astrid Joensen, ferðaleiðari.

Úrslitini fara at kunna síggjast beinleiðis her á livetiming.se, har úrslitini síðani verða upplistaði her

Tað sær út til at har verður okkurt slag av stroyming, her á staylive.se

Landsliðið fer úr Føroyum hósmorgunin, og kemur heim aftur mánadag

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.