Suðuroyingar settu fyri løtu síðani nýtt føroyskt met í 4 ferðir 50 metra blandaðari svimjing, tá ið teir á “HS Open” í Svimjihøllini í Gundadali svumu hendan samlaða tein uppá tilsamans 1 minutt, 48 sekund og 36 hundraðpartar. Sí úrslitalistan her
Teir sum svumu nú, vóru Bartal Debess (2002, SuSvim, 50 rygg – 27.89), Jón Hofgaard (1992, SuSvim, 50 bringa – 29.51), Róland Toftum (1998, SuSvim, 50 firvald – 25.52) og Rúni Dahl (2004, SuSvim, 50 frí – 25.44)
Suðuroyar Svimjifelag átti eisini gamla metið, sum var 1:50.85 frá Ægir Open í oktober 2018. Teir sum svumu tá, vóru Bartal Debes (2002, SuSvim, 50 rygg – 29.38), Rani Jacobsen (2001, SuSvim, 50 bringa – 31.30), Róland Toftum (1998, SuSvim, 50 firvald – 25.43) og Rói Bech (2001, SuSvim, 50 frí – 24.74)
2 thoughts on “SuSvim-menn 1:48.36 og nýtt føroyskt met í 4×50 blandað”