Fyrsta tíðindabræv frá nýggja LEN

Her er leinki til fyrsta tíðindabræv frá nýggju leiðsluni í evropeiska svimjisambandinum LEN, um tað sum vit hava fingist við, hendan fyrsta mánaðin síðani kollveltingina í Frankfurt. Ætlanin er, at hesi tíðindabrøv skulu koma út regluliga, sum partur av ætlanini at verða meira opin við kunning til limalondini og onnur, um tað sum hendir ‘aftanfyri leiktjøldini’.

Nakað av tí sum er hent, er at vit hava samtykt at hava eykaaðalfund aftur í Portugal í mai, til at kunna formliga samtykkja ymiskar átroðkandi ábøtur. Vit hava samtykt at varðveita verandi undirnevndir til í øllum førum aftaná meistarastevnurnar í summar, til at umganga møguligt órógv av útskiftingum; og so hava vit eisini endurskoðað fíggjarætlanina fyri 2022.

Vit hava eisini ásett bureauumboð til ymiska virksemið, har eg sjálvur havi fingið miðlapartin um hendi, umframt at eg allarhelst fái ein týðandi leiklut í einari nýggjari nevnd til at menna útbreiðsluna av svimjing í Evropa. Í sambandi við tað fyrra, eru vit í ferð við eini umfatandi endurskoðan av øllum miðlapartinum hjá LEN, við uppskotum til ábøtur.

Sum heild sera spennandi, at sleppa at vera uppi í hesum

Rókur

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.