Elisabeth 30.09 og juniorfinala í 50 rygg á EISM 2022

Elisabeth Erlendsdóttir svam seg í morgun til nýtt persónligt met og pláss í juniorfinaluni á Edinburgh International Swim Meet 2022, tá ið hon í umsvimjing í innleiðandi 50 metra ryggsvimjing svam teinin uppá 30.09 sekund. Hetta er á langgeil, har besta tíð hjá henni áðrenn í dag, var 30.12 frá Evropeisku JuniorMeistarastevnuni í fjør summar.

Fyrst svumu tær innleiðandi 50 rygg, har Elisabeth og ein onnur báðar svumu teir 50 uppá 30.98, til 8. og síðsta pláss í finaluni. Hetta mátti tí avgerast við umsvimjing millum tær báðar, har Elisabeth vann við nýggjum persónligum meti 30.09 sekund, ið tá eisini var besta tíð av øllum teimum sum svumu seg í juniorfinaluna.

Til ber at síggja umsvimjingina her:

Finalan verður í kvøld, har stevnuparturin byrjar kl 17:30, og har tey so avgreiða 400 blandað fyri menn, 800 frí fyri kvinnur og 50 rygg fyri menn, áðrenn vit koma til 50 rygg fyri kvinnur. Tað sær út til at tey leggja ikki leinki til sjálva stroymingina fyrr enn tá ið hon fer í gongd; men rásin er hendan

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.