Vegna áhaldandi støðu við koronu, hava vit í samráð við undirvísararnar valt at útseta dómaraskeiðið sum skuldi verða í Havn nú hin 14. til 16. januar 2022, til heldur at verða hin 18. til 20. mars 2022.
![](https://i0.wp.com/www.svimjing.com/wp-content/uploads/2017/03/domarar.jpg?resize=660%2C495&ssl=1)
Tey tilmeldaðu hava fingið boð, og kunnu tíbetur øll uttan ein luttaka tá í mars, umframt at vit vit vita um onkran afturat sum tá fær luttikið. Har eru nøkur pláss eftir, um onkur er afturat – sendið í so fall boð til okkum á ssf@ssf.fo
Reysti hevur eftir ætlan svimjistevnu hin 19. mars; men kann tað væl møguligt gerast til venjing hjá teimum sum eru á dómaraskeiði, serliga um tann stevnan kundi verið flutt til sunnudag hin 20. mars.
Vegna SSF
Rókur