Turkiski Emre Sakçı setti nú í kvøld mest sannl´íkt heimsmet í 50 metra bringusvimjing á stuttgeil, tá ið hann á turkisku meistarastevnuni á stuttgeil svam hendan tein uppá 24.95 sekund. Lesið t.d. State of Swimming
Suðurafrikanski Cameron van der Burgh og hvítarussiski Ilya Shymanovich áttu nú farna metið á 25.25 sekund, van der Burgh við hesi tíð frá ‘superdrakt-tíðini’ í 2009, og Shymanovic við tangering av tíðini á EM í Kazan nú í november.
Eg skrivi ‘mest sannlíkt’, tí at tað skal líka váttast av FINA, og ymiskt formelt avgreiðast, so sum at dopingroynd skal takast.
Tað er eisini eitt sindur kontroversielt, við tað at Sakçı varð kolldømdur fyri ólógligan teknikk nú á HM á stuttgeil, bæði í 50 og 100 bringu, nú FINA hevði innført døming út í frá undirvatnsvideo eisini.
Verður tíðin góðkend, so er Sakçı fyrsti turki nakrant´íð sum setur heimsmet