Amerikanska Becca Meyers gav nú sunnudagin endaligt avboð til Paralympisku Leikirnar í Tokyo, tí at hon kann ikki fáa mammu sína við sum persónligan stuðul. Hon er fleirfaldur heiðursmerkjavinnari frá OL í London í 2012 og í Rio í 2016; men hevur trauma av at ikki finna runt í Rio, sum ger at hon ikki torir at fara til Tokyo, um hon ikki hevur sín egna stuðul at líta á. Lesið t.d. MSN
Meyers hevur síðani Rio havt eina undirskilta avtalu við olympisku og paralympisku nevndina hjá USA, at hon kann hava mammu sína við á ferð, til at kunna virka og finna runt sum onnur fólk. Tað hevur riggað fínt, har hon t.d. vann 5 gull á Para-HM í Cairn í Australia í 2018, og setti tvey heimsmet á Para-HM í London í 2019.
Men, so kom korona, og nú er avbjóðingin við OL í Tokyo, at har eru so harðar avmarkingar fyri hvussu nógv fólk sum hesi ymisku londini kunnu senda við sínum liðum, at har til dømis ikki er pláss fyri persónligum stuðlum. Familjan Meyers hevur eftir øllum at døma roynt alt møguligt, íroknað at skriva til myndugleikarnar í Japan, uttan úrslit. Og tí tekur hon nú ta endaligu avgerð, at ikki fara til leikirnar.