Altjóða ítróttardómstólurin CAS fer í næstu viku at taka upp aftur rættarmálið, um hvussu vítt Sun Yang skal dømast fyri brot á antidopinglógina ella ei, eftir at hægstirættur í Sveis á jólum í 2020 umstoytti dómin á 8 ár sum Yang hevði fingið í februar 2020, tí at ein av dómarunum hjá CAS hevði skrivað okkurt illsinnisglefs á Twitter um at Kina drap hundar. Sí AP
Hetta er ein lang elendigheit, sum byrjaði við eini illstøðu í september 2018, tá ið antidopingfólk møttu at kanna Sun Yang heima hjá honum í Kina. Eitt hjálparfólk fór at taka myndir, og ein illstøða uppstóð tí at hetta fólkið ikki kundi vísa ID, sum so endaði við at Sun Yang ella onkur hjá honum breyt eina longu tikna dopingroynd.
Altjóða svimjisambandið FINA fríkendi í januar 2019 Sun Yang, vegna støðuna við hasum eina hjálparfólkinum. Altjóða antidopingfelagsskapurin WADA valdi at kæra hesa avgerð til altjóða ítróttardómstólin CAS, har málið gekk seint vegna HM í Gwangju í 2019, til CAS í februar 2020 gav honum strangasta møguliga dóm, á 8 ár.
Men, kinesarar kærdu tá hesa avgerð víðari til hægstarætt í Sveis, við klagu um at har høvdu verið stórir trupulleikar við tulkingini á almenna rættarfundinum hjá CAS í november 2019, umframt gegnistrupulleikar og fordómar hjá teimum sum dømdu vegna CAS.
Og her var tað tá so, at hesin eini dómarin, Franco Frattini, sum m.a. í tveimum førum hevur verið italskur uttanríkismálaráðharri hjá stjórnini hjá Silvio Berlusconi, hevði skrivað okkurt ljótt um hundadráp í Kina. Hægstirættur kundi ikki útiloka at dómarin hevði verið partískur, og varð dopingdómurin tí ógildaður og sendur aftur til CAS at meta av nýggjum, við nýggjum dómarum.
Nú verður tað so hin 25. til 27. mai, at tey skipa fyri nýggjum rættarfundi í CAS, ið hesuferð er fyri afturlatnum hurðum. Væntað verður at CAS hevur ein úrskurð áðrenn Olympisku Leikir byrja hin 23. juli 2021. Livst so spyrst.