Signhild Joensen royndi seg nú fyri løtu síðani í 50 metra ryggsvimjing á Evropameistarastevnuni 2021 í Budapest, og svam tá 29.89. Hetta er hennara 9. besta tíð nakrantíð, har hin besta er føroyska metið hjá henni á 29.54 frá EM í Glasgow í 2018. Sí úrslitalistan her
Tíðin hjá Signhild rakk til eitt 43. pláss millum tær 54 luttakandi, har hon áðrenn stevnuna var styrkismett til eitt 42. pláss, við tíðini 29.64 frá OL-stevnuni í Vejle í mars mánaða. Men, hetta er vanliga ikki sterkasta grein hjá Signhild, og nú eru vit so í øllum førum í gongd! 🙂