Rikako Ikee klár til OL tvey ár aftaná staðfest blóðkrabbamein

Japanska Rikako Ikee kvalifiseraði seg í gjár til Olympisku Leikir í Tokyo, bara tvey ár aftaná at hon fekk staðfest blóðkrabbamein. Hetta tá ið hon varð japanskur meistari í 100 metra firvald, uttanfyri OL-kravtíðina til hesa grein sum einstaklingur, men tó gott nokk til at kvalifisera seg til liðsvimjingina í 4×100 blandað.

Hon hevði annars OL 2024 heldur enn OL 2020/2021 sum mál, aftaná í februar 2019 at hava fingið staðfest hesa herviligu sjúku, og síðani tá at hava verið úr hylinum í 400 dagar. Tað var fyrst í august í fjør, at hon byrjaði at kappast aftur, og er tað tí rættiliga einstandandi at hon so skjótt er blivin so góð aftur.

Rikako Ikee vann bronsu í 50 firvald á HM á stuttgeil í Windsor í 2016, men er serliga kend fyri á asiatisku leikum í 2018 at hava vunnið 6 gull og 2 silvur, og tá sum fyrsti kvinna nakrantíð at hava vunnið prísin fyri ‘mest virðismikli íðkari á leikunum‘.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.