Fyriskipararnir av Olympisku Leikum fara sambært Reuters at fundast við altjóða svimjisambandið FINA í hesari vikuni, nú FINA sum skilst umhugsar at avlýsa ætlaðu OL-úttøkustevnur í Tokyo í vippulopi, kunstsvimjing og havsvimjing.
Á heimasíðu FINA stendur stutt um hetta, at “The decision of re-allocating the FINA Olympic Qualifiers planned in Japan is under review. An announcement will be made next week.”
Tvístøðan er sum skilst tí at FINA vil ikki góðtaka at skula gjalda fyri øktu útreiðslurnar av korona-tiltøkum í sambandi við hesar úttøkustevnur, samstundis sum OL-fyriskipararnir hava brúk fyri at testa eisini hesi tiltøk.
Hartil eru tey hjá FINA ikki heilt trygg við støðuna, at skula senda øll hesi mongu til Japan, nú meðan korona herjar eisini har. Ein partur av avbjóðingini er sum skilst, at tey í Japan krevja at tey sum koma til landið, fara í sóttarhald í 3 dagar.
Og so er ein onnur høvuðpína hartil, at hendan støða neyðturviliga skaðar møguleikarnar hjá summum at kvalifisera seg til OaL, næstan óansæð hvør ið avgerðin nú verður.
Til dømis í havsvimjing (open water) hevði tað verið har at nøkur pláss skuldi avgerðast, og er tað tí ítróttarliga beteinkiligt at bara avlýsa ella flyta ella fyri tann skyld hava stevnuna, tá ið møguleikin nú ikki er líka góður hjá øllum at luttaka.