SuSvim Open 10. – 11. apríl 2021 nú góðkend av FINA og DOK/DIF sum OL-úttøkustevna

Svimjisamband Føroya hevur nú fingið váttan frá umboði fyri Dansk Olympisk Komite / Dansk Idrætsforbund, at svimjistevnan sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri í Páls Høll hin 10. og 11. apríl 2021, er brúkilig sum eisini úttøkustevna til OL í Tokyo í summar. Hetta sum aftursvar til fráboðan frá okkum, um at FINA hevur góðkent stevnuna til hetta sama.

Hetta er stórur dagur fyri føroyska svimjing, at vit fyri fyrstu ferð í søguni fara at hava eina svimjistevnu í Føroyum, har føroyskir svimjarar (og onnur*) kunnu royna eftir kravtíð til Olympisku Leikir. Vit hava nú arbeitt fram ímóti hesum í rættiliga nógv ár, og verður tað vónandi ein fastur táttur framyvir.

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur

*í prinsippinum er stevnan opin, og kunnu onnur tí eisini koma higar at royna eftir OL-kravtíð – men tá er tað hetta við koronatilmælum og -reglum sum sikkurt órógvar

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.