Doping-bannið hjá Sun Yang avtikið vegna ákæru um rasismu

Samveldisrætturin í Sveis avtók í gjár tað 8 ára langa doping-bannið sum Sun Yang fekk í februar mánaða, tí at ein av teimum trimum dómarunum skal hava skrivað okkurt niðurgerandi um Kina í sosialum miðli. Lesið her á The New York Times

Hetta hendir sera sjáldan, at ‘federali rætturin’ í Sveis soleiðis setur úr gildi eitt bann sum altjóða ítróttardómstólurin CAS hevur givið, og er sambært altjóða antidómstólinum WADA ikki grundað á sjálva sakina um dopingbann ella ikki, men heldur á at ein av teimum trimum dómarunum hevur úttalað seg rasistiskt um Kina.

The judgment, WADA said, was based not on the merits of the case, but on concerns about the chairman of the three-person CAS panel, the former Italian foreign minister Franco Frattini. Sun’s lawyers had appealed to the Swiss federal court after gathering what they said were public comments by Frattini that included anti-Chinese sentiments. News media reports earlier this year highlighted Twitter posts from Frattini’s account expressing disdain over examples of animal cruelty in China. At least one post included a term that is considered an anti-Chinese slur.

Kelda: The New York Times

Hetta er tað, sum hesin dómarin og fyrrverandi italski uttanríkismálaraðharrin Franco Frattini skrivaði á Twitter, um tað at kinesarar drepa og eta hundar og kettur:

https://twitter.com/FrancoFrattini/status/1014117118395240448
https://twitter.com/FrancoFrattini/status/1135078108682473472

Sostatt kann Sun Yang nú aftur venja og kappast sum vant, uttan so at WADA tekur hesa sakina upp aftur heilt av nýggjum, sum tey eisini í gjárkvøldið søgdu seg vilja gera.

“WADA will take steps to present its case robustly again when the matter returns to the CAS panel, which will be chaired by a different president,” the agency said.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.