So er tað Signhild og DM á stuttgeil 2020

Nú mánamorgunin byrjar danska meistarastevnan á stuttgeil 2020, sum vegna koronafarsóttina er býtt sundur í fyrst 4 dagar við kappingunum fyri kvinnur og síðani 4 dagar við teimum fyri menn, og síðani í smærri bólkar so at tey ongantíð eru fleiri enn 30 fólk í høllini í senn.

sea city water building
Photo by CHRISTIAN PFEIFER on Pexels.com

Signhild Joensen er ein av teimum sum skal royna seg hendan fyrsta morgunin, í 50 metra rygg har hon er styrkismett til eitt 11. pláss. Innbjóðingin sigur at skipað verður fyri A- og B-finalum við 8 svimjarum í hvørjari; men nú í innleiðandi eru tey so í mesta lagi 6 í hvørjum riðli.

DM verður stroymað beinleiðis her á livetiming.se, umframt at ‘live timing’ er her og at úrslitini verða listað her.

Miðlar so sum BT hava sett spurnartekin við, hvussu Dansk Svømmeunion kann skipa fyri einum DM við einum 350 fólkum tilsamans, tá ið korona-avmarkingarnar annars eru so harðar nú millum annað í vertsbýnum Helsingør. Til tað hevur Dansk Svømmeunion eina forkláring her, um hvussu tey royna at tryggja svimjarar og onnur ímóti korona.

Út yvir at skula royna seg í 50 rygg nú mánamorgunin, so skal Signhild royna seg í 100 rygg týsmorgunin og 200 rygg hósmorgunin, har hon er styrkismett sum ávíkavist nummar 10 og nummar 8. Ein styrkismeting sum sjálvsagt lættliga kann fara báðar vegir, alt eftir hvussu væl Signhild og hinar hava fingið vant og nú fáa miðsavnað seg, í øllum hesum forstýrisliga.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.