Nú amerikanski Caeleb Dressel herfyri setti nýtt heimsmet í 50 metra frísvimjing á stuttgeil, við at svimja hendan stytsta teinin uppá 20.16 sekund á ISL-stevnu í Budapest, so funnu tey uppá at hann skuldi royna at fara undir 20 sekund í ‘superdrakt’, tvs. ein av hesum heildraktum sum svomið var í fram til 2010.
Hetta hendi nú mikudagin hin 9. desember, á 20-ára føðingardegnum hjá sokallaðu ‘Fastskin’-seriuni hjá svimjiklædnaframleiðaranum (og sponsorinum) Speedo. Tað eydnaðist ikki hesuferð, men er stuttligt at hyggja at fyri tað.