aerial view of the city

Altjóða svimjistevnur, svimjiárið 2020-2021

Altjóða kalendarin er tíverri eftirhondini ein fløkja, vegna hesar mongu avlýsingar og útsetingar nú meðan koronasóttin herjar.

aerial view of the city
Photo by Andrea Piacquadio on Pexels.com

Eg gjørdi mær hetta viðfesta yvirlitið, at hava við mær í “3-2”-stovuna mánakvøldð, nú KVF ynsktu at práta um útsettu Oyggjaleikir.

Kanska enn eitt sindur fløkjasligt … men tað við feitum bókstavum er enn á skrá, meðan hitt er avlýst ella útsett til seinni.

Viðvíkjandi tí norðurlendska, so eru vit nú mest sannlíkt har, hvar alt í 2020 er útsett til í 2021, at allarhelst og vónandi hava tá umleið somu tíð á sama stað.

Her er sami listi sum í hasum viðfesta:

Altjóða svimjistevnur, svimjiárið 2020-2021

  • 4-5 desember 2020: NM/NJM  í Upplands Väsby (mest sannlíkt avlýst)
  • 15-20 desember 2020: HM á stuttgeil í Abu Dhabi (útsett til 13-18 desember 2021)
  • 22-24 januar 2021: Reykjavík International Games (um ikki avlýst)
  • 10-14 apríl 2021: OL-úttøkustevnan Danish Open (mátti avlýsast í 2020)
  • 10-23 mai 2021: EM á langgeil í Budapest (uppr 11-24 mai 2020, síðani 17-30 august)
  • 31 mai – 5 juni 2021: Small States í Andorra (avlýst, Andorra bíðar nú til í 2025) 
  • 3-9 juli 2021: Oyggjaleikir á Guernsey (verður nú í øllum førum ikki í 2021)
  • 6-11 juli 2021: EJM, ikki staðsett enn (avlýst í 2020)
  • 16 juli – 1 august 2021: HM á langgeil í Fukuoka (nú útsett til 13-29 mai 2022)
  • 25-31 juli 2021: EYOF í Banská Bystrica í Slovakia (flutt til 24-30 juli 2022)
  • 23 juli – 8 august 2021: OL í Tokyo (skuldi upprunaliga vera 24 juli – 9 august 2020)

Hartil NMU typiskt fyrsta vikuskifti í juli (avlýst í 2020, skuldi tá vera í Litava)

  • 2-7 november 2021: EM á stuttgeil í Kazan (fyrr enn ætlað vegna HMS nú í desember)

Svimjisambandið roynir sjálvsagt at finna hóskandi avbjóðingar til okkara svimjarar, so vítt sum tað letur seg gera í hesi truplu tíð.

Við svimjikvøðu

Rókur

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.