Nú fara vit so smátt í gongd aftur

Starvsnevnd SSF fundaðist í dag við formenn og -kvinnur í føroysku svimjifeløgunum, í forleingilsi av góðu tíðindunum frá Løgmanni mikudagin, at Føroyar lata varisliga upp aftur, íroknað at vit frá 9. mai fara at vónandi kunna hava ítróttarkappingar aftur.

Alt er rættiliga nýtt enn, og bíðar eftir at vit nú aftaná páskir sum tilmælt av ÍSF fara at ráðføra okkum við nýggju Corona-ráðgevingina, um hvussu vit tryggast fara at skipa tað virksemið sum nú einaferð kann verða, nú fram til skúlasummarfrítíðina.

Feløg og SSF samdust í dag um at í øllum førum vilja útseta ABMS, JM og FM 2020, so at ABMS nú verður á Hvítusunnu heldur enn vikuskiftið har Dýri biðidagur er, og JM og FM hin 26. til 28. juni fyrst í summarfrítíðini heldur enn á Hvítusunnu.

(Viðmerking 12. apríl: 26. – 28. juni varð nevnt sum dato fyri JM og FM, men hava vit síðani frætt at miðnám hevur síðsta skúladag hin 26. juni. Tí verður hetta endurskoðað.)

ABMS verður væl møguligt avmarkað til einans teir elstu aldursbólkarnar 3 og 4, og skipað so at kanska bólkur 3 eigur leygardag og bólkur 4 sunnudag, til at minka sum mest um hópin av svimjarum sum eru í høllini í senn. Skipanin á FM/JM koma vit aftur til.

Nú er at finna útav hvussu vit skipa dagligu venjingarnar eisini, so at alt kann fara fram á ein so forsvarligan hátt sum gjørligt. Venjingin verður allarhelst avmarkað til tey sum hava eina stevnu fyri framman.

Og alt kan sjálvsagt tíverri eisini broytast aftur til hetta vit nú eru í, um varliga upplatingin ikki riggar sum ætlað.

Gleðiligar páskir

Rókur

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.