Smyril broytt ferðaætlan fyri veður

Lesið á https://www.ssl.fo/

“Fyri veður siglir Smyril síðsta túr úr Tórshavn ídag, fríggjadag 28-02-20 kl. 18:30. Smyril siglir ikki norður aftur. Smyril siglir av Krambanga kl. 06:00 í morgin, leygardagin 29-02-20, og úr Tórshavn kl. 09:00. Siglt verður ikki meira leygardag 29-02-20.”

SuSvim ætlar sum er ikki at avlýsa stevnuna í vikuskiftinum, men biður feløgini fylgja væl við á heimasíðu SSL, og geva boð um tey broyta sínar ætlanir.

Sum skilst verður veðrið ikki nakað serligt heldur sunnudagin, men har stendur so einki enn um avlýsingar ella broytingar tá.

Vinarliga

Rókur

Image courtesy of Erik Christensen, Porkeri / Wikimedia, CC-SA 3.0

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.