Enn meira rok í donsku svimjingini

DR bar í gjárkvøldið hesi tíðindini, at danski juniorlandsliðsvenjarin Michael Hinge í 2013 gav ungum svimjarum á landsliðslegu giktarheilivág uttan at ráðføra seg við lækna ella foreldur, so at hesir svimjarar kundu halda áfram við venjingini sama dag.

Sí eisini TV Avisen í gjárkvøldið (frá 16:40 ella har á leið)

Í hesi søgu verður víst til eina eldri sum DR bar í mai, um hvussu landsliðsvenjarin Paulus Wildeboer væl áðrenn hetta plagdi at geva landsliðssvimjarum tablettir sum hann hevði bílagt úr Spania, uttan at hesi sóu pakningin ella á annan hátt fingu prógv um innihaldið.

Tað gav at bíta tá ið ein danskur landsliðssvimjari til dopingroynd segði at hon fekk tablettir frá Wildeboer sum hon ikki visti hvat sum var í, og har danski landsliðslæknin tá legði í krovið á Wildeboer, og tá fekk at vita at tað var aspirin sum hann hevði keypt á netinum úr Spania.

Ein fysioterapeutur hevði um hesa tíð eisini ekka av at Wildeboer “helt åbenlyst havde sit eget medicinskab med fra Spanien”, og fráboðaði hetta tí til danska landsliðsstjóran Lars Sørensen, eins og læknin í 2010 fráboðaði hetta til landsliðsstjóran umframt stjóran Pia Holmen.

Men hóast hetta helt Wildeboer sambært DR áfram við at handa út sínar egnu tablettir, til hann í 2013 steðgaði sum landsliðsvenjari hjá danska svimjilandsliðnum, meðan læknin frá í 2010 og frameftir vegna bygnaðarbroytingar ikki longur varð tikin við til landsliðsuppgávur.

Hesar søgur koma afturat teimum um almenna viging, niðurgering og harav fylgjandi etingarólag millum danskar landsliðssvimjarar, sum nú eftir boðum frá danska mentamálaráðnum, danska ítróttasambandinum og Team Danmark verða kannaðar av danska kamaradvokatinum.

Team Danmark skrivar í morgun soleiðis í annars positivum tíðindaskrivi um góð donsk ítróttarúrslit í 2019:

Turbulent år

Året har dog også båret præg af historier om eliteatleter, der fortalte om forfærdelige oplevelser og rystende adfærd fra tidligere trænere. Det er historier, som skal tages meget alvorligt, og som alle i dansk eliteidræt skal lytte til og lære af.

”Det er vigtigt for dansk eliteidræt, at historierne kommer frem i lyset, og jeg vil gerne rose de atleter, der har delt deres historier. Det har krævet mod. Historierne viser, hvor vigtigt det er, at vi insisterer på en ansvarlig model, hvor medaljer ikke skal jagtes for enhver pris,” siger hun.

Sammen med Danmarks Idrætsforbund iværksatte Team Danmark i efteråret en uvildig undersøgelse af forholdene i dansk svømning fra 2005 og frem. Undersøgelsen foretages af Kammeradvokaten, og den vil blive fremlagt i starten af det nye år.

”Vi ser frem til, at Kammeradvokaten fremlægger rapportens konklusioner. Men historierne, der er kommet frem, har allerede haft den konsekvens, at vi er blevet skærpet på at få atleternes stemme frem. Vi anerkender en individualiseret tilgang samtidig med, at vi værner om det fællesskab, der er i en landsholdsstruktur. Vi har nogle stærke elitemiljøer, hvor vi hele tiden skal arbejde på  at gøre værdierne moderne, så de følger med det omgivende samfund,” siger Lone Hansen.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.