Evropeiska svimjisambandið LEN samtykti á stjórnafundi her á EM á stuttgeil 2019 í Glasgow, at russiski býurin Kazan skal fáa EvropaMeistarastevnuna á stuttgeil í 2021, umframt Evropeisku Meistarastevnuna (á langgeil) í 2024. Sí tíðindaskrivið frá LEN
Kazan og ungarski høvuðsstaðurin Budapest eru sera virknir í svimjihøpi, og verða tað ikki minni nú hesi næstu árini.
- 2015 – HM í Kazan í Russlandi
- 2015 – HMS í Netanya í Ísrael
- 2016 – EM í London í Stórabretlandi
- 2016 – HMS í Windsor í Kanada
- 2017 – HM í Budapest í Ungarn
- 2017 – EMS í Keypmannahavn í Danmark
- 2018 – EM í Glasgow í Stórabretlandi
- 2018 – HMS í Hangzhou í Kina
- 2019 – HM í Gwangju í Suðurkorea
- 2019 – EMS í Glasgow í Stórabretlandi
- 2020 – EM í Budapest í Ungarn
- 2020 – HMS í Abu Dhabi í Arabisku Emiratunum
- 2021 – HM í Fukuoka í Japan
- 2021 – EMS í Kazan í Russlandi
- 2022 – EM í Rom í Italia
- 2022 – HMS í Kazan í Russlandi
- 2023 – HM í Doha í Qatar
- 2024 – EM í Kazan í Russlandi
- 2024 – HMS í Budapest í Ungarn
- 2025 – HM í Kazan í Russlandi
- 2025 – EMS – ikki ásett enn
- 2026 – EM – ikki ásett enn
- 2026 – HMS – ikki ásett enn
- 2027 – HM í Budapest í Ungarn