Føroysku svimjararnir hava nú allir roynt seg her á EM á stuttgeil 2019 í Glasgow, og gekk tað útmerkað. Eingin tíð var betri enn tær tilsvarandi hjá hesum frá NM í Tórshavn í vikuskiftinum – men tað er nú eisini trupult soleiðis omaná NM og á EM í morgunriðlum.
- Róland Toftum (1998), SuSvim svam 50 bringu, og varð har nr 45 av teimum 50 luttakandi við tíðini 28.55 sekund. Hann setti føroyskt met 28.37 nú leygardagin.
- Signhild Joensen (2000), Ægir svam 100 rygg, og varð har nr 31 av teimum 36 luttakandi við tíðini 1:01.56. Hon vann NM-gull við 1:01.21 nú leygardagin.
- Vár E. Eidesgaard (2001), HS svam 800 frí, og varð har nr 24 av teimum 29 luttakandi við tíðini 8:52.11. Hon vann NM-gull og setti føroyskt met 8:40.78 nú sunnudagin.
Sí úrslitalistarnar her á microplustiming.com
Nú er steðgur hjá føroyingunum til í morgin, tá ið Vár skal royna seg í 100 frí, og síðani í ovurmorgin Signhild 200 rygg og Róland 100 bringu.