Eitt óført NM fyri føroyska svimjing

Norðurlendska Meistarastevnan og JuniorMeistarastevnan 2019 er nú farin aftur um bak, og kunnu vit staðfesta at hetta var ein frálík stevna fyri føroyska svimjing, bæði hjá svimjarum og fyrireikarum.

Tilsamans 180 svimjarar og 32 lið úr 7 londum fingu 987 úrslit í 69 kappingum, har besta avrik gav heili 815 FINA stig, og har føroysku svimjararnir vunnu heili 3 gullheiðursmerki og 1 úr silvuri, umframt at sett vórðu 4 kanska 5 føroysk met.

Føroysk heiðursmerki

  • Vár E. Eidesgaard (2001), HS 4:14.59 og NM-silvur í 400 frí
  • Signhild Joensen (2000), Ægir 1:01.21 og NM-gull í 100 rygg
  • Vár E. Eidesgaard (2001), HS 8:40.78 og NM-gull í 800 frí
  • Signhild Joensen (2000), Ægir 2:13.89 og NM-gull í 200 rygg

Føroysk met

  • Vár E. Eidesgaard (2001), HS 4:14.59 í 400 frí
    Metið hjá henni var 4:17.18 frá Oyggjaleikum 2019
  • Landsliðskvinnurnar (2000), SSF 8:26.81 í 4×200 frí
    Vár E. Eidesgaard, Signhild Joensen, Barbara Debes og Alisa Vestergård
    Metið var 8:29.72 frá NM í Bergen í 2015
  • Róland Toftum (1998), SuSvim 28.37 í 50 bringu
    Róland átti sjálvur gamla metið á 28.38
  • Vár E. Eidesgaard (2001), HS 8:40.78 í 800 frí
    Metið hjá henni var 8:46.64 frá Atlantic Open 2019

Hartil svam Rókur Trygvason (2000), Ægir 23.05 og skjótari enn føroyska metið í 50 frí, sum tó væl møguligt ikki kann góðtakast sum met, av tí at tað var sum fyrsti svimjari í 8×50 metra frísvimjing fyri blandað lið (kvinnur og menn).

Nógvar betringar

Úrslitini á SwimRankings siga sína týðiligu søgu, at ein stórur partur av føroysku svimjarunum svumu í øllum førum eina bestu tíð, og í fleiri førum nógvar og stórar. Hetta er imponerandi, tá ið hugsað verður um sterku kappingina sum tey vóru uppi ímóti.

Nógvir hyggjarar og góð ummæli

Tilsamans eru tey nú yvir 10.000 sum hava hugt at stroymingini frá í vikuskiftinum, og fáa vit yvirhøvur sera góðar afturmeldingar frá norðurlendskum gestum okkara umframt øðrum sum hava fylgt við.

Takk !

Túsund takk tit mongu sum fingu hetta at bera til, at stápla eitt somikið flott NM/NJM í svimjing á beinini her heima í Føroyum.

Takk til stuðlar og samstarvsfelagar sum hjálptu okkum við tí fíggjarliga umframt øllum tí praktiska runt um stevnuna.

Amarant, AP Bussar · Atlantic Airways · Bónus · Faroe Ship · Føroya Bjór · Føroyaprent · Føroya Tele · Hotel Føroyar · Høllin á HálsiIC Control · ÍSF · Jógvan Weihe P/F · Ljóð-Tøkni · Poul Michelsen P/F · Raclip · SMS · Svimjihøllin í Gundadali · Tórshavnar kommuna · Visit Faroe Islands

Og takk tit mongu sjálvbodnu sum bjóðaðu tykkum fram sum fyriskiparar, dómarar og hjálparfólk annars, nú øll hava ovmikið annað at gera.

Vit skulu royna at gera okkurt til at løna tykkum aftur.

Longu í oktober 2020 skipa vit fyri NOM 2020, sum verður enn størri, í øllum førum í vavi.

Vegna SSF

Rókur

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.