Føroysk úrslit á HM 2019 í Gwangju

Heimsmeistarastevnan 2019 endaði sum kunnugt nú sunnudagin hin 28. juli, har eisini okkara trý Signhild Joensen, Alvi Hjelm og Óli Mortensen hava roynt seg í góða viku. Her niðanfyri lista vit upp úrslitini hjá føroysku svimjarunum.

  • Mán 22. juli – Signhild 1:04.04 og nr 44 av 63 í 100 rygg, har føroyska metið hjá henni er 1:03.01 frá Bergen Swim Festival í 2018 og í 2019
  • Týs 23. juli – Óli 8:24.02 og nr 36 av 38 í 800 frí, har besta tíð hjá honum er 8:10.94 frá Danish Open í 2016
  • Mik 24. juli – Alvi 2:07.91 í 200 blandað, har besta tíð hjá honum er 2:07.46 frá Danish Open í 2019
  • Frí 26. juli – Signhild 2:17.30 og nr 34 av 42 í 200 rygg, har føroyska metið hjá henni er 2:14.01 frá Danish Open í 2017
  • Ley 27. juli – Óli 16:17.71 og nr 34 av 35 í 1500 frí, har besta tíð hjá honum er 15:31.75 frá Danish Open í 2018
  • Sun 28. juli – Alvi 4:33.28 og nr 35 av 39 í 400 blandað, har føroyska metið hjá honum er 4:30.17 frá Danish Open í 2016

Sum heild ikki heilt tey úrslit sum svimjararnir høvdu vónað, men tó enn so mikið góð at tey prógvaðu sítt virði sum úttikin til hesa stevnu. Har hava verið onkrar avbjóðingar upp undir stevnuna, har svimjararnir so gjørdu sítt til at fáa sum frægast burturúr.

Vegna Svimjisambandið vil eg takka hesum trimum og venjarum teirra fyri góðan innsats og hugburð, fram til og á HM 2019.

Rókur

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.