Føroysk svimjiúrslit á EYOF 2019 í Baku

European Youth Olympic Festival endaði sum kunnugt nú í vikuskiftinum, har eisini føroyskir svimjarar royndu seg. Her niðanfyri lista vit upp svimjiúrslitini hjá føroyingunum.

Føroyskir svimjarar á EYOF 2019. Finnbjørg Nattestad eigur myndina

Mánadag 22-07-2019

100 frí kvinnur

  • Ró tilm. 1:03.33, svam 1:02.68 (nr 48 av 52)
  • Kristina tilm. 1:04.72, svam 1:04.99 (nr 49 av 52)

200 rygg kvinnur

  • Kristina tilm. 2:30.61, svam 2:28.55 (nr 21 av 25)
  • Elisabeth tilm. 2:34.21, svam 2:30.04 (nr 23 av 25)

Týsdag 23-07-2019

100 frí menn

  • Bartal tilm. 55.42, svam 54.50 (nr 39 av 47)

400 frí kvinnur

  • Elisabeth tilm. 5:43.71, svam 5:02.14 (nr 41 av 42)

200 bringa kvinnur

  • Rebekka tilm. 2:44.07, svam 2:50.03 (nr 32 av 33)

Mikudag 24-07-2019

100 firvald kvinnur

  • Kristina tilm. 1:10.67, svam ikki
  • Elisabeth tilm. 1:16.55, svam 1:11.98 (nr 43 av 43)

4×100 frí kvinnur

  • Føroyar tilm. 4:19.72, svumu ikki

Hósdag 25-07-2019

50 frí kvinnur

  • Ró tilm. 28.11, svam 28.31 (nr 39 av 44)

100 rygg kvinnur

  • Elisabeth tilm. 1:07.92, svam 1:06.48 (nr 20 av 34)
  • Kristina tilm. 1:10.67, svam ikki

200 frí menn

  • Bartal tilm. 2:00.03, svam 2:00.58 (nr 42 av 48)

200 blandað kvinnur

  • Rebekka tilm. 2:32.37, svam 2:31.55 (nr 33 av 35)

100 bringa kvinnur

  • Rebekka tilm. 1:17.26, svam 1:18.61 (nr 30 av 30)
  • Ró tilm. 1:25.46, svam ikki

100 bringa menn

  • Bartal tilm. 1:09.85, svam ikki

Fríggjadag 26-07-2019

50 frí menn

  • Bartal tilm. 25.75, svam 25.04

4×100 blandað kvinnur

  • Føroyar tilm. 4:55.25, svumu ikki

Sum heild sera flott úrslit hjá okkara ungu svimjarum á hesi stórfingnu stevnu í Aserbadjan, har øll komu heim við í øllum førum onkrari flottari betring.

Tíverri hendi tað sera harmiliga í mannagongdini at melda til hetta EYOF, at tilmeldingarnar hjá liðunum umframt Ró í 100 bringu ikki komu fram.

Hartil vóru okkurt óhapp á sjálvari stevnuni, so at svimjari noyddist at melda frá, umframt at liðsvimjingin ikki hevði kunnað verið mannað, tá.

Men, saman um tikið eitt sera flott avrik hjá føroysku svimjarunum, á hesum okkara søguliga fyrsta Evropa-OL fyri ung.

Vegna Svimjisambandið vil eg takka svimjarum og venjarum teirra fyri góðan innsats og hugburð, uppundir og á EYOF 2019.

Rókur

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.