So er tað HM í svimjing 2019

Í morgin byrjar svimjistevnan á HeimsMeistarastevnuni 2019 her í Gwangju í Suðurkorea, har eisini føroyingar fara at luttaka frá í ovurmorgin og fram til og við sunnudagin.

Tey trý úr Føroyum eru Signhild Joensen úr Ægir umframt Óli Mortensen og Alvi Hjelm úr Havnar Svimjifelag. Afturat teimum er venjari Juan Jaime Arroyo Toledo og ferðaleiðari Lis Gøthe í Jákupsstovu, og í aðalfundarørindum er so eisini undirritaði.

Tey trý skulu kappast soleiðis:

  • Sun 21. juli – eingin føroysk luttøka
  • Mán 22. juli – Signhild Joensen í 100 rygg
  • Týs 23. juli – Óli Mortensen í 800 frí
  • Mik 24. juli – Alvi Hjelm í 200 blandað
  • Hós 25. juli – eingin føroysk luttøka
  • Frí 26. juli – Signhild Joensen í 200 rygg
  • Ley 27. juli – Óli Mortensen í 1500 frí
  • Sun 28. juli – Alvi Hjelm í 400 blandað

startlistan her

Onkrar avbjóðingar hava verið uppundir luttøkuna her á HM, so sum at Signhild legðist við sjúku áðrenn Oyggjaleikir á Gibraltar. Men, lagið er gott í hópinum, og vit fáa so at síggja um ikki tað kann eydnast í hylinum eisini.

HM á langgeil umfatar sum vant eisini hinar vatnítróttirnar undir FINA, so sum lop av vippu, synkronsvimjing og havsvimjing hesa fyrstu vikuna og síðani nú kappsvimjing og lop av høgari vippu, umframt vatnpolo báðar vikurnar.

Føroyski hópurin býr í Athlete’s Village saman við flestu øðrum svimjitjóðum í heiminum, íroknað tær heilt stóru so sum USA, Russland og Avstralia. Tilsamans eru tey einir 2500 íðkarar úr 194 londum sum kappast á hesum HM.

Til ber at síggja HM 2019 á FINAtv, beinleiðis og við upptøkum frá hesum ymiska á goymslu. Tað er rættiliga væl fungerandi tænasta, sum ein tó skal gjalda nakað fyri, afturfyri at fáa atgongd til hesar upptøkur umframt aðrar farnar og komandi.

Vegna SSF

Rókur

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.