Fimm føroyskir svimjarar til EYOF 2019 í Baku

Í morgin fara fimm ungir svimjarar við føroyska ferðaliðnum av landinum, við kós ímóti Baku í Aserbadjan, at kappast á European Youth Olympic Festival 2019. Hetta er stórt frambrot fyri føroyska svimjing, um enn Føroyar ikki enn eru fullgyldugur limur í olympiska felagsskapinum.

Svimjararnir eru Elisabeth Erlendsdóttir, Kristina í Skála, Ronja Ró í Dímun og Bartal Erlingson Eidesgaard úr Havnar Svimjfelag, umframt Rebekka Trygvadóttir úr Ægir. Hetta eru svimjararnir sum kláraðu kravtíð til NMU 2019 í Vejle, har vit so valdu heldur at fara til Baku.

Svimjistevnan er í fimm dagar, frá mánamorgni hin 22. juli til fríggjakvøld hin 26. juli, og stevnan annars frá 21. til 27. juli. Afturat svimjarunum eru venjari Panagiotis Christou og ferðaleiðari Finnbjørg Nattestad, umframt 2 judoíðkarar við sínum venjara.

Sum skilst so sleppa føroysku svimjararnir at luttaka fult út fyri Føroyar á sjálvari stevnuni, undir føroyskum flaggi og har úrslitini fara at verða skrásett sum føroysk. Tó so at har enn eru ávísar avmarkingar runt um sjálva kappingina, so sum at tey ikki kunnu luttaka fyri Føroyar í hátíðarligu setanini av hesum leikum.

Luttøkan er fyriskipað umvegis ÍSF og Dansk Idræts Forbund, har til dømis føroyski ferðaleiðarin er felags fyri ítróttirnar undir ÍSF, og har hópurin ferðast til og frá og býr í Baku saman við danska hópinum.

EYOF er sera stór og stórfingin stevna, har umleið 3600 luttakarar úr øllum Evropa kappast í 10 ítróttargreinum, við beinleiðis sjónvarping og so framvegis. Tað er tí lítil ivi um at hendan luttøka verður eitt stórt upplivilsi fyri eisini okkara ungu svimjarar.

Vegna SSF

Rókur

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.