Nú eru tey liðug við fyrstu innleiðandi riðlar og finalur á Reykjavík International 2019, og gjørdu føroysku svimjarnir vart við seg allan vegin. Nógv heiðursmerkir eru longu komin í hús, og fleiri eru væntandi í teimum mongu finalunum sum føroyingarnir svumu seg til.
Úrslitatænastan riggar ikki 100%, men hava vit noterað okkum:
14 ár og yngri
3 gull, 3 silvur og 1 bronsu
- Elisabeth Erlendsdóttir (HS) og Kristina í Skála (HS) gull og silvur í 50 rygg
- Kristina í Skála (HS) bronsu í 400 blandað
- Kristina í Skála (HS) og Jonna Joensen (Ægir) gull og silvur í 50 firvald
- Elisabeth Erlendsdóttir (HS) og Jonna Joensen (Ægir) gull og silvur í 50 frí
15 ár og eldri / Opin
1 gull, 1 bronsu og 11 ferðir víðari til finalur í morgin
- Signhild Joensen (Ægir) víðari til finalu í 50 rygg
- Róland Toftum (SuSvim), Rókur Trygvason (Ægir) og Bartal E. Eidesgaard (HS) víðari til finalu í 50 bringu
- Rebekka Trygvadóttir (Ægir) víðari til finalu í 50 bringu
- Róland Toftum (SuSvim) víðari til finalu í 50 firvald
- Rókur Trygvason (Ægir), Róland Toftum (SuSvim) og Bartal E. Eidesgaard (HS) víðari til finalu í 50 frí
- Vár E. Eidesgaard (HS) og Barbara Debes (Ægir) víðari til finalu í 50 frí
- Johan N. Dam (HS) bronsu í 1500 frí
- Vár E. Eidesgaard (HS) gull í 800 frí