Sundsamband Íslands vísir her til beinleiðis úrslitatænastu og stroyming frá svimjistevnuni á Reykjavík International 2019 sum byrjar nú við innleiðandi riðlum, seinnapartin.
Tíðarætlanin er hendan
- Frí 25 jan 2019: Innleiðandi riðlar* frá kl 16:15
- Ley 26 jan 2019: Innleiðandi riðlar frá kl 09:15
- Ley 26 jan 2019: Finalur frá kl 16:00
- Sun 27 jan 2019: Innleiðandi riðlar frá kl 09:15
- Sun 27 jan 2019: Finalur frá kl 15:00
*Finalurnar í 800 og 1500 frí verða eisini avgreiddar, fríggjakvøldið
Allar tíðirnar eru Reykjavík tíð, sum er eins og hon í Føroyum.
Viðmerking: Stroymingar-tænastan er ókeypis, men krevur tó skráseting.
Stutt um stevnuna
Kappast verður í tveimum aldursbólkum:
- “Youth” sum eru menn og kvinnur árgang 2005 og yngri
- “Senior” sum eru menn og kvinnur árgang 2004 og eldri
“Youth” kappingin verður avgreidd í stevnupørtunum við innleiðandi riðlum, og í finalupørtunum kunnu tey so aftur royna seg í kapping ímóti seniorunum, tvs í “open” kapping har allur aldursbólkar kappast ímóti hvørjum øðrum.
Riðlarnir verða avgreiddir uttan uppbýting í aldursbólkar, eins og startlistarnir heldur ikki eru býttir upp í “youth” og “senior”. Tað kann tí verða eitt sindur fløkjasligt at fylgja við aldursbólkakappingunum, men royna vit sjálvsagt okkara besta.
Kappingarskráin er hendan, úr offisiellu innbjóðingini
Ein nágreiniligari tíðarætlan sæst her, har tey meta um hvussu langa tíð hvør kapping tekur, og um hvat klokkan hon byrjar. Til dømis so at vit kunnu lesa, at skjótastu riðlar í 1500 frí fyri menn byrja í kvøld kl 18:27, og skjótastu riðlar í 800 frí fyri kvinnur kl 19:07.
Hesar báðar kappingar eru kanska serliga spennandi fyri okkum føroyingar í dag, við tað at Johan N. Dam úr Havnar Svimjifelag hevur næstbestu tilmeldingartíð í 1500 frí, og Vár E. Eidesgaard, eisini úr HS, ta bestu í 800 frí.