Føroyingar í finalur eisini triðja dag á NM/NJM 2018

Tey eru nú um at verða liðug við at avgreiða síðstu finalur á NM/NJM 2018 í Oulu, har eisini føroyingar luttaka.


  • Í 200 bringu varð Bartal E. Eidesgaard nr 8 við tíðini 2:24.26 í kappingini fyri juniorar, og Rókur Tryvason nr 8 við tíðini 2:20.33 í kappingini fyri seniorar
  •  Í 400 frí fyri kvinnur varð Eyðrið Mortensen nr 8 við tíðini 4:32.03 í kappingini fyri juniorar, og Vár E. Eidesgaard nr 5 við tíðini 4:20.83 í kappingini fyri seniorar
  • Í 400 frí fyri menn varð Johan N. Dam nr 8 við tíðini 4:06.30 í kappingini fyri juniorar

Nú eru tað so liðsvimjingarnar, har føroysku juniorgenturnar fyri løtu síðani svumu seg til eitt 7. pláss í 4×100 blandað við tíðini 4:43.92

Um eina løtu svimja tey stuttleikakappingina 8×50 frí fyri bæði menn og kvinnur, áðrenn hendan stevnan er liðugt avgreidd.

Sum heilt eitt rættiliga væleydnað NM/NJM, har vit føroyingar fingu í øllum førum eitt silvurheiðursmerki og eitt bronsuheiðursmerki, umframt eitt met í 4×200 frí.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.