Alvi 4:19.54 og silvur á NM 2018

Alvi Hjelm megnaði í kvøld at svimja seg til eitt silvurheiðursmerki á Norðurlendsku Meistarastevnuni í svimjing 2018, tá ið hann í 400 metra blandaðari svimjing svam teinin uppá 4:19.54. Hetta var eisini persónligt met hjá Alva, har hansara besta tíð til nú annars var 4:19.91 frá EM á stuttgeil í desember í fjør.

Rókur Trygvason svam eisini sera væl, tá ið hann í 100 metra frísvimjing svam seg til eitt fimtapláss við tíðini 50.76 sekund, har besta tíð hjá honum til nú annars var 51.37 sekund frá FM á stuttgeil 2018. Rókur er nú triðskjótari føroyingur nakrantíð á hesum teini.

Í 100 firvald svam Johan N. Dam seg til eitt 8. pláss við tíðini 1:00.70, sum var nakað seinni enn hansara nú nýggja persónliga meti á 59.73, frá innleiðandi riðlunum í morgun.

Í 4×200 frí svumu føroysku juniorgenturnar seg til eitt sættapláss við tíðini 8:55.59, meðan mennirnir svumu seg til eitt fjórðapláss við tíðini 7:38.64. Hendan síðsta tíðin er væl møguligt stórt nýtt føroyskt landsliðsmet, har besta tíð til nú annars var 7:58.75 frá NM 2015. Teir sum svumu vóru Bartal E. Eidesgaard, Rókur Trygvason, Alvi Hjelm og Johan N. Dam, meðan genturnar vóru Alisa Vestergård, Rebekka Trygvadóttir, Bjørt A. Sigurðsson og Eyðrið Mortensen.

Alvi má fara heim nú í morgin ári, vegna skúlauppgávu mánamorgunin, og varð felagssmyndin tí tikin í kvøld.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.