Tey hava avgreitt innleiðandi riðlarnar á NM/NJM 2018 í Oulu, har Vár E. Eidesgaard svam seg víðari til finaluna í 200 metra frísvimjing, og síðani skal royna seg eisini í skjótasta riðli í 800 frí, umframt at liðsvimjingin hjá føroysku juniorgentunum er í finalu í 4×100 frí. Hartil er Alvi Hjelm í finaluni í 200 blandað. Upphitingin til finaluumfarið er í gongd, og verða finalurnar at síggja beinleiðis her á livetiming.se