Nú í vikuskiftinum skipa finnar fyri NM/NJM 2018, í býnum Oulu rættiliga langt norðuri í Finnlandi. Ein fyribils startlisti sæst her á livetiming.se, sum bendir á at føroyingarnir fara at møta harðari mótstøðu, tó so við møguleika at koma í nakrar finalur, og kanska vinna okkurt heiðursmerki eisini.
Besta møguleika hevur allarhelst Vár E. Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag, sum liggur til at vinna bronsuheiðursmerki í 800 metra frísvimjing. Hartil Alvi Hjelm eisini úr HS við eini styrkismeting sum nr 4 í 400 blandað.
Hesir startlistar kunnu tó sambært reglunum fyri NM/NJM kann broytast bæði við tilmeldingum og frámeldingum, líka fram til og við tekniska fundin, sum verður hóskvøldið. Her sæst meira enn so, at valt verður taktiskt at melda til og frá, alt eftir hvussu stórur møguleikin er at vinna heiðursmerki.
Tey eru 15 sum fara til Finnlands …
Alisa Vestergaard (2003), SuSvim (100, 200, 400 frí)
Eyðrið Mortensen (2003), HS (100, 400, 800 frí)
Rebekka Trygvadóttir (2004), HS (50, 100, 200 bringu, 200 blandað)
Bjørt A. Sigurðsson (2004), Ægir (200, 400 frí, 50, 100, 200 bringu)
NJM – dreingir
Bartal E. Eidesgaard (2003), HS (100, 200 frí, 200 bringu)
Johan N. Dam (2002), HS (400, 1500 frí, 100 firvald)
NM – kvinnur
Barbara Debes (2000), Ægir (50, 100 frí, 50 firvald)
Vár E. Eidesgaard (2001), HS (100, 200, 400, 800 frí)
NM – menn
Alvi Hjelm (1996), HS (200, 400 blandað)
Rókur Trygvason (2000), Ægir (50, 100 frí, 50, 100, 200 bringu)
Róland Toftum (1998), SuSvim (50 frí, 50 bringu, 50 firvald)