Enn fleiri heiðursmerki á Køge Open 2018

Tey hava nú avgreitt næsta dag á Køge Open 2018, og megnaðu føroyskir svimjarar har at vinna eina rúgvu av heiðursmerkjum, í svimjihallunum í Køge og Herfølge.

Vit royna at lista upp her niðanfyri …

Leygarmorgun í Køge

  • í 200 bringu vann Niklas Jógvan Arge úr HS bronsu í aldursbólkinum 14-15 ár, við tíðini 2:50.16
  • í 200 firvald vann Malan Jóhansdóttir úr Ægir silvur í bólkinum 15 ár og eldri, við tíðini 2:34.67, og Jonna Joensen bronsu í bólkinum 13-14 ár, við 2:46.85

Leygarmorgun í Herfølge

  • í 25 frí vunnu Líggjas Joensen úr Reysta og Jógvan í Skála silvur og bronsu í aldursbólkinum 11 ár og yngri, og Heini M. Askham úr Ægir bronsu í bólkinum 12-13 ár

Leygarkvøld í Køge

  • í 100 blandað vann Elisabeth Erlendsdóttir úr HS gull í aldursbólkinum 13-14 ár, við tíðini 1:10.30
  • í 50 bringu vann Niklas Jógvan Arge úr HS bronsu í bólkinum 14-15 ár, við tíðini 33.89
  • í 100 rygg vunnu Kristina í Skála og Elisabeth Erlendsdóttir úr HS gull og silvur í bólkinum 13-14 ár, við tíðunum 1:06.54 og 1:08.44
  • í 100 frí vann Jonna Joensen úr Ægir bronsu í bólkinum 13-14 ár, við tíðini 1:03.14

Altso minst 2 gull, 3 silvur og 6 bronsur til føroyskar svimjarar í Køge og Herfølge, afturat gullinum hjá Kristinu í Skála í gjár.

 

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.